Floghavnin í Kastrup latin uppaftur


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Ingi Samuelsen

12.09.2017 - 08:59

Tíðindi > Danmark

Floghavnin í Kastrup, er nú latin uppaftur, eftir at Terminal 2 fyrr í morgun varð stongdur av trygdarávum.

Floghavnin upplýsir fyri Ritzau, at tað nú verður flogið aftur, men løgreglan hevur enn ikki sagt nakað um orsøkina til, at partur av floghavnini varð stongdur í morgun.

Floghavnin upplýsti fyrr í morgun, at orsøkin var, at illgrunasamt viðføri skuldi kannast. Nú upplýsir løgreglan á Twitter, at eitt flogfar skal kannast nærri.