(Mynd av Twitter)

Floghavnin í Kastrup stongd av onkrun illgrunasamum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

12.09.2017 - 07:20

Tíðindi > Danmark

Terminal 2 í floghavnini í Keypmannahavn er stongdur í dag, upplýsir løgreglan í Keypmannahavn á Twitter í morgun.

Københavns Lufthavn upplýsir – somuleiðis á Twitter – at orsøkin er, at okkurt illgrunasamt viðføri er, ið skal kannast nærri.

Stongsulin elvir til seinkingar í flogferðsluni í dag. Enn vita tey ikki hvussu leingi terminalurin verður stongdur.

Fólk á staðnum siga fyri Berlingske Tidende, at ein stórur hópur av løgreglufólki, trygdarvørum, sløkkiliðsfólki og eisini sjúkrabilum eru komin til Kastrup. Løgreglufólk tykjast vera tilbúgvin til stríð. Eisini síggjast fólk í bumbudraktum og serliga tólmennið Rulle-Marie, ið verður brúkt tá illgruni er um bumbur, er sædd.

Fleiri flogfør hava sítt check in í Terminal 2, eitt nú Norwegian, Ryanair, Easyjet, Singapore Airlines, Finnair, Air France, KLM og Qatar Airways.