Rakettin Norðurkorea royndarskeyt í síðstu viku (Mynd: EPA)

Flogmanning sá norðurkoreansku rakettina

Ari av Rana

04.12.2017 - 14:11

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Flogmanningin á einum flogfarið hjá Cathay Pacific, sóu norðurkoreansku rakettina, sum varð royndarskotin 29. november, tá flogfarið fleyg yvir Japan.

Flogfelagið váttar fyri BBC, at manningin sá rakettina, tá hon kom inn aftur í atmosferuna.

Manningin gav flogfelagnum boð um at hon sá norðurkoreansku rakettina sprongjast og detta niður tætt við har flogfarið fleyg.

Tvær suðurkoreanskar flogmanningar sigast eisin at hava sæð rakettina, tá hesi flugu úr Seoul til USA.