Flogsimulator: Stovnandi fundur av áhugafelag í kvøld



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Innsent

13.02.2018 - 14:59

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Annað

Í kvøld klokkan 19.00 verður stovnandi fundur av einum áhugafelag, ið skal virka fyri at Føroya fyrsti flogsimulator verður bygdur. Á skránni verða ymiskar framløgur um ætlanirnar hjá stigtakarunum, umframt at viðtøkur skulu skrivast og samtykkjast. Eisini skal ein nevnd veljast.

Áhugafelagið verður eisini karmur um eitt stað, har fólk, ið hava áhuga fyri flúgving og viðurskiftum, ið hava við flúgving at gera, kunnu møtast til prát og ein kaffimunn.

Stovnandi fundurin verður vestri á flogvøllinumí kvøld klokkan 19.00, og øll áhugaði eru vælkomin. Á fundinum verður somuleiðis møguleiki at tekna seg sum lim í áhugafelagnum