Floksmannadagar: Matur og mentan í Hattarvík



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

16.05.2017 - 18:21

Mentan > Mentan > Bygdamentan

Hósdagin 6. juli og leygardagin 8. juli verður ein serlig náttúru, mat- og mentunaruppliving í Hattarvík, í fótasporum Floksmanna.

Hugskotið eiga Gutti Winther, kokkur, og Símun Gullaksen, bóndi, og er hetta ein avleiðing av samstarvi teirra í sendingini “Spískamarið” í 2014, har tað millum annað varð borðreitt við langtíðarstoktum lambskjøti, sum varð niðurgrivið og stokt í 4 til 5 tímar undir jørð.

Túrurin byrjar í Hvannasundi um morgunin, har ferðast verður við Rituni til Hattarvíkar. Í Hattarvík verður fari í land á Trøllagjónni, har vertirnir takað ímóti og kósin verður sett beinleiðis til teigar floksmanna, við liðuna av Bakkahjallinum, har kynt verður undir bálinum.

Síðani verður borðreitt við einum mergjaðum morgunmati, har serføroyskur viðskeri er á matarlepanum, skerpikjøt, rullipylsa, kjøtpylsa, egg vm. - alt úr tí serføroyska kovanum.

Eftir hetta verður ein gongutúrur niðan á Eystfelli. Gingið verður niðan á Knúk og síðani allan vegin fram við eggini. Hugt verður omanyvir Bispin (Stapan) og niður í Leypurskorð, har bert tann eini veðrurin húsast. Framhaldandi verður gingið oman ígjøgnum Líðina og inn í Uppistovugarðin. Hesin túrur tekur umleið tríggjar tímar. Á túrðinum verða ferðaleiðarar og hjálparfólk, og greitt verður frá ymiskum søguligum á vegnum.

Komin oman úr haga, verða gestirnir móttiknir av kokkinum og verða annars við til at grava máltíðina upp og borðreiða. Afturvið verða føroyskt framleiddir snapsir og serlig bryggjað floksmannabjór frá Føroya Bjór, sum inniheldur ymiskar góðar urtir úr Eystfellinum.

Undir borðhaldinum verður undirhald, tónleikur og frásøgur, umframt at onkur kemur at hugleiða eitt sindur um serliga føroyska matmentan.

Eftir borðhaldið verður fari uppá gólv. Farið verður úr Hattarvík aftur við Rituni um kvøldið.

Sí myndir frá Floksmannadegnum í fjør her: Floksmannadagur í Hattarvík - serlig mat- og mentanaruppliving