(Mynd: EPA)

Florida: Nú vantar bert undirskriftin hjá guvernørinum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

08.03.2018 - 08:22

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Umboðsmannatingið í amerikanska statinum Florida, samtykti í gjár at herða vápnalóggávuna, sum er galdandi í statinum.

Nú vantar einans undirskriftin hjá guvernørinum fyri at seta lógina í gildi.

Uppskotið hækkar aldursmarkið fyri at keypa riflur og ’shotguns’ til 21 ár, sum frammanundan er aldursmarkið fyri at keypa pistólir.

Lógaruppskotið sigur eisini, at innførast skal ein bíðitíð upp á tríggjar dagar áðrenn vápnið verður útflýggjað. Eisini verður heimilað útvaldum starvsfólki á skúlum at bera vápn.

Harafturat eru 400 milliónir dollarar settir av til at arbeiða við sálarligari heilsu og betra trygdina á amerikanskum skúlum.

Uppskotið varð mánadagin samtykt í senatinum í Florida, og er nú eisini samtykt í hinum lóggávutinginum í statinum.

Nú vantar einans undirskriftin hjá republikanska guvernørinum, Rick Scott.

Men tað er ongin formalitetur, sigur hann.

- Tá eitt lógaruppskot lendir á mínum borði, so geri eg tað, sum tey ikki tykjast altíð at gera í Washington. Eg gjøgnumgangi uppskotið grein fyri grein og tosi við tann partin av fólkinum, sum eg havi mest umsorgan fyri, familjurnar, sigur Rick Scott, guvernørur við Miami Herald.

Hann vil enn ikki avdúka um hann fer at skriva undir.

Herðingin av vápnalóggávuni í Florida kemur góðar tríggjar vikur eftir at 17 fólk vórðu skotin og dripin á einum ’high scool’ í statinum.

Sorgarleikurin fekk eitt nú tey avvarðandi til at heita á amerikanskar politikarar um at herða lagaligu vápnalógina í landinum.

Undir avkvøðugreiðsluni í gjár atkvøddu 67 fyri og 50 ímóti.

Tey, ið ynskja harðari lóggávu, fýlast á, at lógaruppskotið ikki hevur eitt bann móti riflum av slagnum, ið varð nýtt undir skjótingini á Marjory Stoneman Doughas High Scool í Florida.

Gerningsmaðurn brúkti eina hálvautomatiska AR-15-riflu til at skjóta og drepa 17 fólk. Hann keypti rifluna lógliga sum 18 ára gamal.