Fløskupostur: Ferð um hav tók 22 ár

Jógvan Hugo Gardar

07.12.2014 - 02:59

Tíðindi > Uttanlands > Annað

Tað tók 22 ár, men fløskuposturin hjá trimum børnum, ið nú eru vaksin, kom fram. Ferðin hjá fløskuni byrjaði í Bohuslen í Svøríki, og endaði í Panama.

- Eg skilji ikki hvussu hetta ber til, men á ein ella annan hátt hevur hon ferðast heilt til Panama, sigur Erik Runestam til Gøteborgs-Posten.

Á sumri í 1992 stuttleikaðu Erik, systur hansara Linda og vinmaðurin Christoffer Høgstrøm, sær við at tekna sjórænarakort og koyrdu tað í eina fløsku.

Í november kom svar umvegis eitt vanligt bræv, frá honum sum fann fløskupostin, Leonard Perason. Hann hevði lagt upprunabrævið saman við heilsanini. Pearson sigur í brævinum at hann fann fløskuna á eini strond í Panama, í Boca del Toro, nær markinum til Kosta Rika.