Silver Wind (Mynd: Sverri Egholm)

Flótandi marglæti við Havnarmola

Ingi Samuelsen

17.08.2017 - 11:02

Tíðindi > Lívsstíls- & brúkaraevni > Ferðing

Aftur í dag hevur Havnin vitjan av siglandi ferðafólki. Heili tvey skip liggja við molan í dag. Ikki so stór, sum okkurt annað, ið hevur vitjað, men snøgg skip má sigast.

Uttast liggur ein trúgvur gestur, Marco Polo, sum vitjar á triðja sinni í ár. Marco Polo er eitt eldri skip, bygd í 1964 í Eysturtýsklandi og hevði upprunaliga russiskar eigarar og æt Aleksandr Pushkin. Núverandi eigararnir eru Story Cruise ldt. Skipið er skrásett í Nassau í Bahamas.

Marco Polo er 176 metrar langur og 23,55 breiður. Skipið tekur 820 ferðafólk og manningin telur 356.

Fínasta luksus
Hitt skipið, sum liggur á Havnini í dag er nakað minni, men her er talan um marglæti av allar fínasta slag.

Silver Wind hjá Silversea Cruices 156 metrar langt og 21 metrar breitt. Hóast tað er gott pláss umborð, tí har er ”einans” pláss fyri 296 ferðafólkum, og tey hava eina manning, ið telur 222, at syrgja fyri at ferðin gerst væleydnað.

Vit vita ikki, hvat ferðafólkini, sum vitja í Føroyum í dag, hava goldið fyri ferðina, men kunnu á heimasíðuni hjá reiðarínum staðfesta, at næsta ferðin, ið er møgulig at bíleggja, er frá 24. august úr London og so 16 dagar umvegis Amsterdam og Keypmannahavn inn í Eystrasalt og so aftur gjøgnum Kielar-veitina til Hamburg. Henda ferðin kostar úr 11.700 dollarum pr. høvd. Tað er 73.500 krónur.

Meira um skipið á heimasíðuni hjá reiðarínum

Silver Wind kom í morgun á Havnina úr Húsavík í Íslandi, og fer avstað aftur klokkan 16 við kós móti Lerwick í Hetlandi.

Marco Polo kom úr Kirkwall á Orknoyum, og fer klokkan 14 av aftur Havnini við kós móti Portree á Skye í Vesturskotlandi.