(Savnsmynd)

Flúgvingin um Vága Floghavn útsett í dag

Ingi Samuelsen

07.12.2017 - 08:29

Mentan > Flogferðsla

Flúgvingin um Vága Floghavn er órógvað í dag orsaka av ringa veðrinum.

Atlantsflog hava fyribils avlýst ferðina til Billund í morgun, meðan flogfarið, sum skuldi fara til Keypmannahavnar nú klokkan 08.30, fyribils er avlýst til klokkan 11.

Ferðafólkini, sum skuldu við flogfarinum til Billund verða flutt yvir á Keypmannahavnarflogfarið, sum ætlandi setir seg í Billund á vegnum bæði niður og upp í dag.