Savnsmynd (Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

Flúgvingin verður kanska løgd lamin hjá Atlantsflogi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

17.04.2018 - 05:58

Tíðindi > Flogferðsla

Tað er væl møguligt, at flúgvingin hjá Atlantsflogi verður løgd lamin.

Flogskiparar og arbeiðsgevarar hava samráðst um nýggjan sáttmála, men tað endaði úrslitaleyst. Tí varð semingsmaður boðsendur og síðani hevur hann roynt at fáa semju. 

Nú boðar Vinnuhúsið frá, at Terje Sigurdsson, semingsmaður, endaði semingsroyndina í gjárkvøldið 16. apríl millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Flogskiparafelag Føroya.

Hetta varð gjørt eftir, at Flogskiparafelag Føroya vrakaði semingsuppskotið, sum varð lagt fyri partarnar sunnukvøldið. Føroya Arbeiðsgevarafelag góðtók uppskotið.

Sáttmálin partanna millum gongur út týsdagin á midnátt. Eftir hetta kunnu partarnir seta arbeiðssteðg í verk við 14 daga fráboðanarfreist. Ein møguligur arbeiðssteðgur kann sostatt ikki byrja fyrrenn mikudagin 2. mai 2018.

Les eisini: Sáttmálin fyri flogskiparar longdur