FM finalur fyri ung í Trongisvági



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

07.03.2018 - 22:50

Ítróttur > Ítróttur > Flogbóltur

Eftir tvey vikuskifti við halvfinalum og finalum í steypakappingin, er nú klárt at fara undir FM-finalurnar hjá teimum ungu.

Og enn einaferð verður hetta við fullum útblástir.

TB hevur enn einaferð átikið sær at breiða taraflexgólvið út í høllini í Trongisvági eins og tey skipa fyri tiltakinum, sum longu byrjar klokkan 16,30 fríggjadagin 9. mars, tá fyrsta finalan verður leikt.

Henda er millum D 15 hjá SÍ og Fleyr.

Annars er skráin henda fyri fríggjadagin og leygardagin, tá íalt 10 finalur verða leiktar:


Fríggjadag 9. mars

Deild

Lið 1

Lið 2

kl.
Dreingir 15 - Fleyr 16.30
Gentur 16 - Fleyr 18.30
Dreingir 17 - Fleyr 20.30

Leygardag 10. mars

Deild

Lið 1

Lið 2

kl.
Gentur 12 - Ternan 10.00
Dreingir 12 - Ternan 11.00
Gentur 14 A SÍ a - TB a 12.00
Mansungl. - Fleyr 14.00
Gentur 14 B SÍ b - KÍF b 16.00
Gentur 19 - Fleyr 18.00
Kvinnuungl. Fleyr - 20.00

Sum ikki einaferð, so er tað SÍ sum er best umboðað í finalunum – ja, í øllum. Fleyr er í 6 finalum, meðan Ternan er í tveimum og TB G 14 og KÍF eru í einari hvør.