FM fyri lið í Badminton verður hildið í Badmintonhøllini í Klaksvík (t.v.) í morgin. Mynd: KVF

FM fyri lið í badminton – metluttøka


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Tíðindaskriv

17.02.2017 - 14:15

Ítróttur > Ítróttur > Badminton

Leygardagin 18. februar verður fyrsta FM-kapping í badminton hildin í Klaksvík. Tað er FM fyri lið hjá teimum ungu. 23 lið í aldursbólkunum U11, U13, U15 og U17/19 hava meldað til. Hetta er stór framgongd í mun til síðsta ár, tá ið 17 lið tóku lut.

41 liðdystir skulu spælast leygardagin – ein liðdystur er tveir dystir í einmansleiki menn, ein dystur einmansleikur kvinnur, ein dystur tvímansleikur menn og ein dystur í blandaðum tvímansleiki. Tilsamans verða 205 dystir spældir í badmintonhøllini leygardagin. Luttakandi feløgini í eru: HBF, KBF, MBF og ÍF.

- Enn einaferð kunnu vit staðfesta framgongd innan badminton. Við 23 tilmeldaðum liðum í ár í mun til 17 í fjør, er talan um framgongd í øllum aldursbólkum, og tað er sera positivt, sigur formaðurin í BSF Erik Engelbrecht Thomsen. 

Og hann sigur víðari:

- Tað, sum er serliga positivt er, at vit síggja framgongd í breiddini. Eitt nú luttaka nøkur feløg við ikki minni enn 5 liðum í sama aldursbólki.

FM fyri lið verður í Badmintonhøllini og KÍ-høllini í Klaksvík leygardagin 18. februar. Byrjað verður kl. 09.00, og hildið verður áfram, til síðsti dystur er leiktur.

Tíðindaskriv frá Badmintonsambandi Føroya