Vár Erlingsdóttir Eidesgaard setti føroyskt met í 100 metrar frísvimjing (Mynd: svimjing.com)

FM í svimjing á stuttgeil: Óli og Vár sigraðu



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

06.11.2017 - 13:49

Ítróttur > Ítróttur > Svimjing

Føroyameistaraskapið í svimjing á stuttgeil var um vikuskifti í svimjihøllini í Gundadali, og eingin iva var um hvør varð stóri sigursharrin í ár. Óli Mortensen, sum umboðaði Havnar Svimjifelag, vann ikki færri enn 13 gullheiðursmerkið í einstaklingagreinunum og 3 gull í liðkappingini.

Tað var tó ikki bert Óli, sum hevði eina sera góða kapping. Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag vann 8 gullheiðursmerki, umframt at hon setti føroyskt met í 100 metur frísvimjing við tíðini 57.09. Vár tók 10 ára gamla føroyska metið, sum Elspa Mørkøre setti á DM á stuttgeil í oktober 2007.

Millum feløgini gjørdist Havnar Svimjifelag vinnarar við 24 gull, 13 silvur og 14 bronsu. Nr. 2 gjørdist SuSvim við 9 gull, 7 silvur og 8 bronsu, meðan Ægir gjørdist nr. 3 við 8 gull, 20 silvur og 14 bronsu.