Torkil Veyhe í havnargøtum hósdagin (Mynd: Sverri Egholm)

FM: Torkil súkklaði frá øllum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

09.10.2017 - 07:09

Ítróttur > Ítróttur > Súkkling

Føroya besti súkklari, Torkil Veyhe, kann fara aftur til Danmarkar at leita sær eftir nýggjum sáttmála við heili trimum FM-heiðursmerkjum í súkklutaskuni.

Um vikuskiftið var hann heima og luttók í FM-kappingunum, og vann allar tríggjar.

Hóskvøldið var býarkoyring í miðbýnum í Havn, og hóast Torkil var út fyri einum falli, megnaði hann at vinna kappingina í krókutu gøtunum kring Vaglið.

Fríggjakvøldið var so tíðarkoyringin av Kollafjarðardali og upp á landsins hægsta fjall, sum koyrandi er uppá, Sornfelli. Eisini her vann Torkil greitt við tíðini 27 minuttir og 25 sekund. Honum á baki komu Helgi Winther Olsen 30 minuttir og 44 sekund og Gunnar Dahl-Olsen 32 minuttir og 36 sekund.

Leygardagin var so landavegskoyring Runt Agnið í Eysturoy. Teinurin á 10 kilometrar, skuldi súkklast 10 ferðir, og eisini hesaferð vísti Torkil Veyhe, at tað ikki er nakar annar føroyskur súkklari, ið megnar at fylgja honum.

Hóast Helgi W. Olsen legði hart út og stakk av frá hinum súkklarunum, so megnaði hann ikki at standa kurl, tá Torkil setti ferð á. Ein fyri og annar eftir máttu gevast í royndini at fylgja Torkil, og tað megnaði Helgi heldur ikki, tá hann varð fingin aftur.

Torkil Veyhe kom á mál í tíðini 3 tímar og 07,41 minuttir. Nummar tvey var Helgi W. Olsen 3:08,01 og nummar trý Jan Hjaltalin 3:15.38.