Simme fekk í kvøld Ársins tónleikaheiður fyri sítt tónleikalív (Mynd: Jens Kr. Vang)

FMA - seinni hálvleikur: Simme fekk ársins tónleikaheiður



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sveinur Tróndarson

16.03.2014 - 03:21

Tíðindi > Tónleikur > Tónleikakappingar

Seinni hálvleikur av tiltakinum Faroese Music Awards - FMA - er byrjaður, og fyrsta virðislønin varð handað Ársins framleiðara.

Teir tilnevndu vóru framleiðarar við drúgvum royndum, og valið fall á Baroli Music, ið framleiðir tónleik til tann stóra heimin.

Ársins videolag er eisini avdúkað, og tann heiðurin vann Greta Svabo Bech fyri Broken Bones.

Hallur Joensen er í kvøld kosin ársins sangari í pop-bólkinum, sum eisini inniheldur country-tónleikin. Hjá kvinnunum var tað Greta Svabo Bech, sum fór avstað við heiðrinum.

Fleiri aðrar tónlistavirðislønir vóru latnar í kvøld, men tann allarseinasta var Ársins tónleikaheiður. Hon varð latin Simma fyri hansara stóra arbeiði fyri føroyskan tónleik í eitt heilt lív.