Mynd: Sverri Egholm

FM-vinnarin í Counter Strike funnin

Sverri Egholm

27.05.2017 - 21:22

Ítróttur > Ítróttur > Esportur

Tað bleiv ikki so spennandi, sum fleiri høvdu vónað og nokk eisini ynskt, tá finalan um Føroyameistaraheitið í Counter Strike var. Liðið MYD vann 3-1 móti S.Y.G og eru Føroyameistarar.

Teir á MYD vunnu sostatt FM-hetið frá favorittunum og FM-vinnarunum frá í fjør.

Byrjað var um hálvgun 19 tíðina í kvøld og liðugt varð ikki fyrr enn nú klokkan nærkast hálvgun ellivu. Fyrsta umfar vann MYD trygt, men síðani kom S.Y.G aftur og vann annað umfar. Spælt var best út av fimm umførum og tvey tey næstu vann MYD. Tað síðsta rættiliga trygt, 16-3.

Sí myndir frá finaluni her