23. mars 2019 eru 200 ár síðan faðirin at føroyska skriftmálinum varð borin í heim

Føðingardagur Hammershaimbs skal verða móðurmálsdagur



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

03.10.2014 - 12:52

Tíðindi > Mentan > Mentanarpolitikkur

25. mars, føðingardagurin hjá V. U. Hammershaimb, eigur at vera almennur móðurmálsdagur. Tað heldur Gunvør Balle, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, sum nú hevur lagt upp til samtyktar fyri tingið, har heitt verður á landsstýrið um at lýsa 25. marts sum almennan móðurmálsdag.

Um knøpp fimm ár, 25. mars 2019, eru liðin 200 ár síðan V. U. Hammershaimb varð borin í heim.

Faðirin at føroyska skriftmálinum verður Hammershaimb kallaður. Í 1854 gav hann út fyrstu føroysku mállæruna og gjørdi ta nýggju rættskrivingina, og eigur tí stóra æru fyri at føroyingar varðveittu sítt skriftmál, vísir Gunvør Balle á.

- Tað er eitt støðugt átak at menna føroyskt, og tað verður ikki bíligari við tíðini, nú allir hugsandi miðlar koma floymandi, og allur heimurin er komin inn í hvørt hús. Um vit ikki ásanna hetta, verður føroyskt eitt mál, sum bara røkkur í fortíð og ikki í framtíð. Tí hava vit brúk fyri einum móðurmálsdegi at gera vart við tann týdning og tey virði, sum liggja í móðurmálinum, sigur løgtingskvinnan í viðmerkingunum.