Føðingin gekk ikki júst sum ætlað

Ingi Samuelsen

02.01.2015 - 03:53

Tíðindi >

12. juni 2014 var ein heilt serligur dagur í lívinum hjá Fridu Solbjerg Augustinussen. Hon føddi ein væl skaptan son henda dagin. Tað var ikki tað at føða, sum var nakað serligt hjá Fridu – tað hevði hon roynt fyrr – tað var mátin, sum tað hendi uppá.

Les hugtakandi og til tíðir skemtiligu frágreiðingina um henda heilt serliga summardagin í lívinum hjá Fridu Solbjerg Augustinussen:

Í dag 30. desember siti eg við einari kenslu av stórari gleði og hugsi um 12. juni 2014. Eg var sett at eiga barn tann 15. juni, eg gekk og bíðaði. Planlegði hvussu eg skuldi gera, tá verkirnar fóru at koma. Eg merkti okkurt smávegis næstan hvønn dag uppundir 12. juni.

"Er tað nú at eg skal ringja til vinkonuna, sum skuldi koma við á sjúkrahúsið?" Maðurin var ikki heima, kom ikki heim fyrr enn 6 vikur eftir føðing - hann siglir í úti.

Eitt var eg púra vís í, EINGIN skuldi vera inni við mær, tá eg skuldi eiga barnið, hetta er so privat, at eg vildi klára tað sjálv, tá eg ikki kundi hava mannin við mína lið.

"Eg havi jú átt tvíburðar og ein son, so hví skal eg ikki eisini klára hetta," hugsaði eg??

Míni nærmastu vildu ikki, at eg skuldi vera sjálv, so eftir tos aftur og fram, var avgjørt, at eg kundi ringja eftir hjálp, um eg hevði tørv á tí. Tey skuldu sita og bíða í bilinum uttan fyri sjúkrahúsið!

Klokkan er 5.00, 12. juni. Eg vakni við eitt sindur av pínu í lendunum, fari upp á wc, jú har er eitt sindur av blóði, "hetta eru byrjanin til verkir," hugsi eg. "Hvat geri eg nú?" Eg legði meg aftur, klári ikki at sovna, leggi meg at skriva til mannin, "nú verður tað - eg fari nokk at eiga innan tað næsta samdøgrið."

Kl 7 veki eg børnini, fái tey í skúla, havi pínu, men sigi einki við børnini um hetta, tí at eg vil ikki, at tey skulu spekulera um mammu sína, meir enn neyðugt. Klokkan gongur, svigerinnan, sum hevur sovið hjá okkum seinastu dagarnar, er hjá mær. Vit tosa aftur og fram um, hvat og nær eg skal ringja til ljósmóðir.

Svigerinnan eigur eingi børn og veit tí ikki, hvussu tað merkist at eiga børn. Hon biður meg fleiri ferðir ringja til ljósmóðir. "Tú ert jú sjálv, bið um hjálp, ella eg koyri teg til sjúkrahúsið" - alt í góðari meining.

Eg haldi meg aftur at ringja, tí eg havi jú átt tvær ferðir fyrr, hví so ringja so tíðiliga, tá eg veit at einki fer at henda fyrr enn aftan á midnátt. Meðan eg heingi síðstu klæðini á snórin, havi enn somu pínu, onkuntíð kraftigari og so aftur veikari pínu, smáverkir hugsi eg!

Hurðin gongur og inn koma ein onnur vinkona og børn hennara. Eg rópi upp, at eg komi beinanvegin, heingi líka klæðir upp. Kl er nú 11, "hvat skal eg gera? Burdi eg sagt vinkonuni at eg gangi við verkjum?"

Eg lati sum luft, kóki kaffi og fái svigerinnuna at keypa okkurt afturvið. Eftir hálvan tíma ger svigerinnan tekin til mín um, at eg má siga at eg havi verkir og ikki klári so gott at sita. Fyrst sigi eg nei, men má asanna, at nú er pínan kraftigari og eg má siga hví eg allatíð fari frá borðinum fyri at stýra verkjunum og pínuna, sum nú er kraftigar og kemur oftari....

Vinkonan fer avstað aftur, umskyldar seg, at hon kom inn forstýrandi við børnunum. Sigur at eg burdi sagt henni frá beinanvegin, so hon ikki forstýraði, eisini biður hon meg ringja, um eg havi tørv á hjálp. Eg bað hana ikki tvætla, eg havi stýr á verkjunum, átt tvær ferðir fyrr og veit at tað verður nokk ikki fyrr enn um 12 tímar...

Nú er kl 13, eg havi ligið á sofuni í næstan tveir tímar, klári ikki so gott at reisa meg fyri pínu, men havi tað gott. Eg takið tíð av verkjunum, stoppurið sigur 8 til 10 minuttir millum verkirnar. Hvat skal eg gera hugsi eg? Tað byrjar eisini at ganga upp fyri mær at eg eri sjálv um hetta. Eg tosið við mannin í tlf, hann uggar meg, "hetta skal nokk ganga hjá tær, tú ert røsk og sterk góða!" Eg klári illa at halda tárunum aftur, eru bæði kedd um støðuna, spent at fáa elskaða barnið í mín favn og glað um hjálpina øll vilja veita mær, nú eg eri sjálv.

Eg ringi til ljósmóðurina, "halló Fía sigur hon, hvussu gongur?" (Hon veit at eg skal vera sjálv og hvørjari støðu eg eri í) "Jú sigi eg, nú eru verkirnar byrjaðar", við sárbærari rødd, eri líka við at gráta. "Ok, sigur hon, hevur tú tað gott, hvussu langt er millum verkirnar og nær ætlar tú at koma?" "Eg veit ikki, 8-10 minuttir millum verkirnar," klári eg at siga. Hon uggar meg, "åå góða, so kann tað blíva til nakað í dag ella einki."

"Hygg eg visti, at hattar fór at blíva svarið eg fór at fáa," hugsadi eg. "Ring endiliga aftur, um verkirnar gerast kraftigari, ella tá tú ikki heldur út at vera heima meir, so kemur tú bara á sjúkrahúsið."

Eg liggi framvegis á sofuni, tá vinkonan, sum eg havi heitt á at vera standby, um eg havi tørv á hjálp, kemur forbí at vita um nakað er hon kann hjálpa við. Eg bjóði kaffi, "ligg tú har, ikki hugsa um meg, tú ert næstan klár at eiga," sigur hon við meg! "Nær ætlar tú at fara á sjúkrahúsið?" spyr hon meg. "Veit ikki," sigi eg, "havi akkurát tosa við ljósmóðirna”, og greiði henni frá samrøðuni.

"Ja, eg eri klár, tá tú vil koyrast," sigur hon. "Tvass eg koyri sjálv, sigi eg, tað er eingin trupuleiki!" "NEI!!"siga báðar í senn við meg, "nú lurtar tú eftir okkum og tekur av hjálpini, tú kann fáa!"

"Ok, so koyra tit meg og avtalan um at ringja út í bilin eftir hjálp stendur við!" Vit skemtast eitt sindur um, at tað hevði nú veri stuttligt um eg átti í bilinum og tær vóru ljósmøður hjá mær. Hvør bleiv so uppkallað, ella báðar, svigerinnan og vinkonan? Eftir ein tíma við práti, verkjum og láturi biði eg vinkonuna fara heim at gera seg klára at koyra meg á sjúkrahúsið til kanningar kl 16. Hon játtar, fer heim at pakka. "Stokkar kann hon gott taka við, um hon kemur at sita í bilinum í fleiri tímar," hugsar hon.

Nú havi eg ligið so leingi á sofuni, vil so illa pissa og geri meg at reisa meg upp. Eg klári ikki at reisa meg, hugsi ikki um hví, biði svigerinnuna um eina hjálpandi hond. Hon so ger, gongur aftan fyri meg, heldur at okkurt kann henda.

"Ikki steingja hurðina," sigur hon, eg svari bara "nei nei, hvussu kann hon vita at eg kanska skal eiga hvørja løtu, tá hon ikki hevur roynt at eiga barn, hugsi eg?"

Eg tók verðuliga feil av hesi støðuni eg var komin í... Tá eg gangi inn aftur í stovuna, og ætli at leggja meg aftur, hendir okkurt løgi.. eg klári akkurát at heingja meg á spísuborðendan og royni at siga, "OMG eg havi “pressiverkir”, ring til onkran!!!!!!" sigi eg.

Hon so ger, ringir til vinkonuna. Við munninum fullum av tannkremi, svarar vinkonan, at hon kemur oman beinanvegin. Innkomin ringir hon telefonnummari hjá ljósmóðurini upp. Eg fái hornið, "halló Fía, ert tú har? Klárar tú at koma á sjúkarhúsið?" Eg klári at svara "góða kom til mín, eg veit ikki um eg skal eiga nú, haldi at høvdi eg úti!" "Ja, eg komi, Sigur hon, gev mær líka vinkonuna aftur."

Eg so geri, hoyri at tær tosa um, hvussu langt eg eri, vinkonan sigur okkurt um verkir, hon heldur at tær eru kraftigar ella so. Vinkonan hevur gjørt bilin kláran at koyra á sjúkarhúsið, men eg biði líka um at sleppa á sofuna at liggja og summa meg, áðrenn vit fara at koyra. Tað tekur 10-15 minuttir at koyra til sjúkrahúsið. Tær ringja aftur til ljósmóðirna, hon MÁ koma sum skjótast. Hon so ger, koyrir til okkum uppá 7 minuttir. Ljósmóðurin visti ikki akkurát hvar vit búgva, men tosar við svigerinnuna í telefon, sum kann guida hana á rætta stað, meðan hevur ljósmóðurin eisini samband við sjúkarhúsið, sum hevur sent sjúkarbil avstað.

Hesir minuttir, meðan við bíða eftir ljósmóðurini ganga so seint. Eg havi áhaldandi kraftigar pressuverkir, royni av øllum alvi at halda aftur, men klári tað ikki. Vinkonan er hjá mær allatíðina, uggar meg, "tað gongur nokk," sigur hon fleiri ferðir.

Í meðan stendur svigerinnan í túninum og bíðar eftir at ljósmóðurin skal koma. Tá ljósmóðurin endiliga kom, sær hon, at eg eri komin so langt, at eg eigi hvørja løtu. Hon ger skjótt av, biður svigerinnuna gera klárt í kamarinum hjá soninum, so eg kann koma inn har at føða.

Eg klári, við hjálp frá vinkonuni og ljósmóðurini at reisa meg upp. Heingi meg um heiðarnar á vinkonuni, meðan eg spakuliga bakki inn úr stovuni og inn í kamari hjá soninum. Komin inn veri eg løgd á seingina, buksurnar tiknar av, tá sigur ljósmóðurin at eg bara skal pressa alt er eigi, tá verkin kemur aftur.

Eg so gjørdi, eg pressaði, tað næsta eg hoyrda var, "nú er beiggin komin út Fía!"

Hesir seinastu minuttir gingu so skjótt, eg hvørki legði til merkis, at bæði svigerinnan, vinkonan og tveir portørar vóru inni við, tá eg føddi sonin Jonhard. Eg var snøkt sagt tikin á bóli av soninum, sum nokk vildi mammusa ætlan um at vera sjálv, tá hon skuldi eiga, ørvísi.

Eftir at eg hevði átt kl 15.20, var fult hús av grannum, mínum børnum, og vinfólki, sum øll vóru glað og rørd av, hesi fantastisku hending. Veðrið var at tí allarbesta hendan dag 12. juni 2014 og øll bygdin glað og stolt av at ein bygdamaður var føddur í bygdini.

Tað eru enn dagar, har vit við gleði tosa um serligu hendingina, tá eg átti heima. Hvussu tað gekst at hava tvær óroyndar “ljósmøður” hjá mær, sum hvørgin hevur roynt at taka í ímóti barni fyrr og tá fitta fryntliga ljósmóðurin kom og dagarnir eftir, at eg hevði átt.

Eisini koma fleiri minni fram, sum eru komisk og stuttlig. Eitt er, tá eg síggi portørin smekka høvdi lætt í 1/2m stóru disco kúluna, sum hongur mitt í kamarinum,annað er skramblanin av legoinum, sum portørarnir ruddaðu av spæliborðinum, fyri at gera pláss hjá ljósmóðurini at arbeiða.

Tað gingu eisini vikur, har eldri sonurin verðuliga var fornermaður um alt legoið, sum var "knúst" og segði, at portørarnir sjálvir skuldu koma aftur at byggja ALT aftur

12. juni 2014, hevur bæði ríka mítt lív við lítla nýføðinginum og knýtt vinarbond við fantastisk fólk, sum hjálptu mær hendan dag.