Fólk á Manhattan eru skelkaði: Friðarligi býraparturin er broyttur

Niels Petersen

18.09.2016 - 14:15

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Løgregla

Ein bumba brast á Manhattan í New York í gjárkvøldið. Hendingin fór fram í einumlutfalsliga friðarligum íbúðarøki á Manhattan. Men sambært dr.dk er stemningurin heilt øðrvísi í økinum. Nú er alt avsperrað og onki av tí lívi sum var á gøtuni undan hendingini er nú at síggja.

Tíðindakvinnan, Birgitte Borup, sum býr í New York fortelur, at tað er heilt óvanligt at síggja gøturnar so tómar, og at tað er so friðarligt.

- Her sær alt øðrvísi út í dag. býarparturin, Chelsea er vanliga eitt friðarligt umráði, við massar at lívi í barrum og handlum á gongugøtuni. Men tað er fullkomuliga broytt, sigur danska tíðindakvinnan fyri Dr.dk. Servand løgreglulið, sjúkrabilar og brandbilar hava koyrt í pendulfart aftur og fram, og fólk sleppa ikki at ganga frítt runt. Heldur ikki um tey vísa identitetskort, sigur tíðindakvinnan, Birgitte Borup.

Løgreglan vil tó ikki so fegin gera viðmerkingar til málið, men borgarstjórin, Bill de Blasio var hinvegin skjótur at halda tíðindafund, har hann og løgregluovastin í býnum tosaðu um, at talan ikki var um yvirgangsálop. Í sama viðfangi ásannaði borgarstjórin, at talan tó var um eina tilvitaða gerð, greiðir Birgitte Borup frá.

Minnir um Boston í 2013
Stephanie Surrugue, ið er ein onnur tíðindakvinna hjá DR í Amerika, metir, at úttalilsini hjá borgarstjóranum og løgregluovastanum skulu takast við ávísum fyrivarni.

Les eisini: Bumba brast í New York í gjárkvøldið - særdi 29 fólk.

- Tað eru ikki funnin tekin um at talan er um yvirgang, men tað er ov tíðliga til at staðfesta tað, so tað er skeivt at avvísa tann møguleikan, sigur Stephanie Surrugue.

Ein rúgva av servandum løgregluliðum og antiterrorliðum eru á gøtuni, og tað er kanska ikki so løgið, tí stóri ST aðalfundurin er í New York í morgin.

Tað seinasta nýggja frá hendingini á Manhattan er, at løgreglan hevur funnið ein trýstkókara við leidningum nærhendis har sprongingin hendi. Hesin verður kannaður nærri. Tá bumbur brustu í Boston í 2013, tá Boston Marathon varð hildið, tá vórðu trýstkókarar eisini brúktir til at gera bumburnar við, so tað er møguliga samanhangur millum hendingarnar. Men enn er alt ov tíðliga til at siga nakað við vissu um tað heldur.