Mynd: Marjun Aagaard

Fólk kunnu doyggja av at anda roykin í seg

Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg

09.06.2017 - 10:20

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Eldsbruni

Kringvarpið tosaði við Pál Weihe, professara í fólkaheilsu. Hann segði, at ammoniakk kann vera so vandamikið, at fólk kunnu doyggja av at anda tað í seg.

Kringvarpið tosaði eisini við stjóran á Suðuroyar sjúkrahúsi, sum segði, at sjúklingar, sum kunnu, verða útskrivaðir, og teir, sum ikki kunnu verða útskrivaðir, verða fluttir til partin av húsinum, sum í løtuni er tryggasta staðið.