Joen Magnus Rasmussen (Mynd: Jens Kr. Vang)

Fólkafloksmaður á ting fyri Anniku Olsen



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

20.09.2015 - 21:01

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Av tí at Annika Olsen nú fer í farloyvi í eina tíð fer Fólkaflokkurin uppaftur á seks tinglimir.

Tað hevur verið nógv politiskt rumbul síðani løgtingsvalið 1. september. Longu 9. september boðaði Annika Olsen frá, at hon tók seg úr Fólkaflokkinum. 17. september fór hon uppí Framsókn og gjørdist forkvinna í fíggjarnevndini. Í kvøld boðaði hon frá, at hon tók seg úr aftur flokkinum og fór í farloyvi.

Joen Magnus Rasmussen er næstur á listanum hjá Fólkaflokkinum, sum Annika varð vald inn fyri. Hann gjørdist við sínum 278 atkvøðum ov stuttur og rakk ikki inn um tinggáttina. Nú sleppur hann aftur á ting, í øllum førum í eina tíð.

Tað er longu frá næsta tingfundi av, at Joen Magnus Rasmussen kemur inn á ting fyri Fólkaflokkin.

Les eisini: Annika Olsen tikið seg úr Framsókn