Fólkamorð og rentustuðul á dagsskrá



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Hallur av Rana

21.10.2014 - 16:35

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Tingfundurin, ið er lýstur at vera kl. 13.30 í dag, spennir víða um.

Fyrst á skrá er 1. viðgerð av broyting av
løgtingslógini um rentustuðul. Tað er Fíggjarmálaráðið, ið stendur sum uppskotsstillari og uppskotið snýr seg um lækka rentustuðulin við fimm prosentum. Tað skal fremjast við at lækka stuðulin við einum prosenti árliga frá 2015 til 2019. Broytingin skal eftir ætlan koma í gildið 1. jan 2015.

Síðani skulla fýra fyrispurningar svarast. Fyrst á skrá er skriviligi fyrispurningur frá tingmanni Fólkafloksins, Bjarna Djurholm, um almennan Holocoust dag, ið er settur bæði landsstýrismanninum í Mentamálum, Bjørn Kalsø, og løgmanni, Kaj Leo Johannesen. Teir verða svaraðir undir einum.

Síðani skal Bjørn Kalsø svara tingkvinnuni hjá Javnaðarflokkinum, Rigmor Dam, um fólkaskúladeildina á Mentamálaráðnum og hvussu landsstýrismaðurin metir at bygnaðarbroytingarnar hava hepnast.

Fjóðri og síðsti spurningurin er frá Bjarna Djurholm til Bjørn Kalsø. Tingmaðurin ynskir svar frá landsstýrismanninum, um tað ber til at betra umstøðurnar hjá ungum kvinnum at eiga fleiri børn undir lestrartíðini.