Mynd: Hagstova Føroya

Fólkatalið 1. mai var 50.844



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

13.06.2018 - 12:15

Tíðindi > Fólkatal

Fólkatalið var 50.844 tann 1. mai. Tað vaks við 795 fólkum ella 1,6% í 12-mánaðar skeiðinum 1. mai 2017 – 1. mai 2018. Tað kemur av einum burðaravlopi á 221 og nettotilflyting á 574. Samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeiðið er burðaravlopið minkað við 76, men tað er meir enn uppvigað av, at nettotilflytingin er vaksin við 132, skrivar Hagstova Føroya.

Nettotilflytingin er methøg

Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur einamest av broyttu flytingini, har fráflytingin er minkað nógv, samstundis sum tað hevur verið ein vøkstur í tilflytingini. Vit skulu heilt aftur til 1980 fyri at finna so lágt tal fyri fráflytingina, sum tey 1.143, ið fluttu av landinum farna 12-mánaðarskeiðið. Rokna vit fráflytingina í mun til fólkatalið, hevur hon ongantíð verið minni tey síðstu hálvthundrað árini, sum hagtalsgrunnurin hjá Hagstovuni røkkur.

Meðan fráflytingin nú á fjórða árið hevur lagt seg á eitt javnt lágt støði, so veksur hinvegin tilflytingin framvegis á fimta ári. Samanlagda úrslitið av minni fráflyting og størri tilflyting er, at nettoúrslitið – nettotilflytingin - er vaksin í stórum, og ongantíð hevur verið so stór sum nú, hvørki í tali ella lutfalsliga.

Verður hetta árið samanborið við tey heldur vánaligu árini 2009 -13, so er árliga fráflytingin nú stívliga 600 fólk minni og tilflytingin stívliga 400 størri – og tí er ein negativ nettoflyting á 456 í 2011/12 vend til eina positiva nettoflyting upp á 574 hetta seinasta 12-mánaðarskeiðið 2017/18.

Burðaravlopið er minkað

Samanborið við undanfarnað 12-mánaðskeiðið minkaði burðaravlopið (munurin millum fødd og deyð) við 76, úr 297 niður í 221. Orsøkin er, at samstundis sum føðitalið minkaði niður í 646, vaks talið av deyðum upp í 425.

Næstan javnt millum kynini í fólkavøkstrinum

Av vøkstrinum í fólkatalinum á 795 er nærum javnt millum kynini, tó 9 fleiri mannfólk enn konufólk. Størsti munurin er í nettotilflytingini, har tað vóru 337 mannfólk og 237 konufólk síðsta 12-mánaðarskeiðið. Men av tí, at tað í føðitalinum var yvirvág av konufólki, og í deyðatalinum yvirvág av monnum, var samanlagda úrslitið ein javnstórur vøkstur fyri bæði kyn.




beint nú