Kvívík. Nú veksur fólkatalið eisini í miðøkinum uttan fyri høvuðsstaðin (Savnsmynd)

Fólkatalið heldur fram at vaksa



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

14.11.2017 - 12:08

Tíðindi > Fólkatal

1. oktober vóru 50.322 fólk skrásett at búgva í Føroyum. Tað er bert ein evarska lítil vøkstur upp á 4 fólk í mun til 1. september, men í mun til 1. oktober 2016 er talan um ein vøkstur upp á 707 fólk ella 1,4 prosent.

Vøksturin skyldast stóra tilflyting, 442 fólk, og eitt burðaravlop upp á 265, sigur Hagstovan.

Tað mesta av tíðini, síðani fólkavøksturin tók dik á seg fyri einum trimum árum síðani, var hann av tí mesta í Tórshavnarøkinum. Nú sæst, at tað er ikki sama ferð á fólkavøkstrinum í høvuðsstaðnum, sum aðrastaðni í landinum.

Hetta 12-mánaðarskeiðið eigur Tórshavnarøkið 32 prosent av fólkavøkstrinum. Undanfarna 12-mánaðarskeiðið átti høvuðsstaðurin um 60 prosent. Onnur øki hava fingið ein lutfalsliga veksandi part av fólkavøkstrinum, serliga miðøki, t.v.s. Vágar, Eysturoy og Streymoy uttan fyri høvuðsstaðin.

Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur serliga av flytingini, har fráflytingin er minkað nógv, samstundis sum tað hevur verið ein vøkstur í tilflytingini. Vit skulu heilt aftur til 1980 fyri at finna so lágt tal fyri fráflytingina, sum tey 1.161, ið fluttu av landinum hetta 12-mánaðarskeiðið. Verður fráflytingin roknað í mun til fólkatalið, finna vit als ikki so lágt tal fyri fráflyting í hagtalsgrunninum, ið gongur aftur til 1970, skrivar Hagstovan.

Eisini tilflytingin er vaksin og er tann størsta síðani 2002.

Samanbera vit hetta 12-mánaðarskeiðið við tey heldur vánaligu árini 2009-12, so er árliga fráflytingin nú eini 600 fólk minni og tilflytingin eini 300 størri – og tí er ein negativ nettofráflyting á eini 450 vend til eina positiva nettotilflyting upp móti 450.

Av vøkstrinum í fólkatalinum á 707 er eitt vet fleiri menn enn kvinnur, 357 samanborið við 350. Meðan deyðatalið er áleið tað sama hjá báðum kynum, er rættiligur munur í føðitalinum, 51 fleiri gentubørn enn dreingjabørn. Í nettotilflytingini er munurin tað øvugta, 42 fleiri menn enn kvinnur flyta til Føroya. So úrslitið tilsamans verður, at í fólkavøkstrinum hetta 12-mánaðarskeiðið vóru 7 fleiri kvinnur enn menn.