Fólkatalið minkaði men vit eru framvegis væl yvir 50.000 fólk í Føroyum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

13.10.2017 - 09:17

Tíðindi > Fólkatal

Hóast fólkatalið í Føroyum minkaði í august mánaði, so eru vit framvegis væl omanfyri tey 50.000 fólkini í Føroyum.

Tað er heilt vanligt, at fólkatalið tekur eitt lop niðureftir í sambandi við at skúlaárið byrjar, og onkur hevur kanska óttast fyri, at fólkatalið fór at fara niðurum aftur runda talið, sum vit náddu í vár.

Men so er ikki. Hagstovan hevur í dag kunngjørt hagtølini yvir íbúgvar í Føroyum pr. 1. september 2017, og talið var 50.318. Tað er 135 fólk færri enn mánaðin frammanundan, men framvegis ein vøkstur upp á 1,5 prosent í mun til fólkatalið 12 mánaðir frammanundan.

- Hetta kemur av stórari nettotilflyting á 479, ið er munurin millum tilflyting og fráflyting, og av einum burðaravlopi á 271, ið er munurin millum fødd og deyð. Nettotilflytingin hevur ongantíð verið størri, undantikið 2001, tá fleiri fluttu heimaftur aftaná stóru kreppuna fyrru helvt í 1990-unum. Og undantikið árini 2000 og 2001 hevur árligi fólkavøksturin ongantíð verið størri enn nú, skrivar hagstovan.fo.