Mynd: Klaksvik.fo

Fólkatingslimir á vitjan í Klaksvík



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

11.09.2017 - 18:06

Tíðindi >

Limir í danska Fólkatinginum eru í hesum døgum í Føroyum á vitjan, og í dag var Jógvan Skorheim, borgarstjóri vertur fyri teimum í Klaksvík.

Vitjanin í Klaksvík byrjaði í býráðshúsinum, har borgarstjórin legði fram um Klaksvíkar kommunu. Fólkatingslimirnir vístu stóran áhuga fyri økinum og spurdu eitt nú nærri um vakstrarætlanina, sum seinastu árini hevur verið viðvirkandi til støðuga fólkavøksturin í kommununi.

Harafturat vórðu tey kunnaði um nakrar av verkætlanunum, sum í løtuni eru í gongd.

Á vitjanini í Klaksvík vóru gestirnir eisini í Christianskirkjuni, har Edward Fuglø greiddi frá um listaverkið "Jesus úr Nazaret", umframt at tey eisini vitjaðu Heimið við Vágna og hjá Christian í Grótinum og Looknorth.

Í kvøld er Klaksvíkar býráð vertur fyri døgurða, og fólkatingslimirnir gista í Klaksvík í nátt, áðrenn tey í morgin fara at vitja í Eysturoynni.