Á Vágseiði (Mynd: vagur.fo)

Fólkatingslimir í Suðri


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Ingi Samuelsen

14.09.2017 - 10:42

Tíðindi > Suðuroy - Vágur

Eitt ferðalag av fólkatingslimum hava vitjað í Føroyum hesa vikuna. Í gjár varð vitjað í Suðuroy, har tey millum annað vitjaðu Vágs kommunu, har Dennis Holm, borgarstjóri, tók ímóti á Fjarlestrardeplinum og greiddi teimum frá søguligu gongdini í suðuroy og føroyska búskapinum í útjaðarunum. Eisini greiddi borgarstjorin frá nøkrum av verkætlanunum, sum kommun arbeiðir við fyri at skapa trivna og menning í økinum.

Fólkatingslimir og umboðini frá Ríkisumboðnum vitjaðu eisini á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy, har Guðmundur Joensen, háskúlaleiðari, tók ímóti. Harumframt varð eisini vitjað í Páls Høll, umframt at leiðin sjálvsagt eisini gekk vestur á Vágseiðið, sum bergtók í góðveðrinum.

Seinni fingu donsku gestirnir ein bita í nýggju kafé’ini í Vági, Hjá Jugga.

Fólkatingslimirnir hava frammanundan m.a. eisini verið á vitjan í Klaksvík og Runavík, har Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, sum eisini hevur tikið okkurt tørn á Fólkatingi, tók ímóti. Eisini vitjaðu tey hjá Bakkafrost á Glyvrum.

Talan er um hesar politikararnar: Liselotte Blixt (DF), Karin Gaardsted (S), Jan Johansen (S), Josephine Fock (ALT), Jacob Mark (SF), Mette Abildgaard (KF) og Søren Gade (V). Í ferðalagnum var eisini Lene Moyell Johansen, ríkisumboð, og John Johannessen, skrivstovuleiðari hjá Ríkisumboðnum.

Sí eisini: Fólkatingslimir á vitjan í Klaksvík