(Savnsmynd)

Fólkavøksturin hæsar ikki av enn



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

14.11.2017 - 13:32

Tíðindi > Fólkatal

Enn er onki, ið bendir á, at ferðin í fólkavøkstrinum er við at hæsa av. Tað staðfestir Hagstovan, nú fólkatalið í Føroyum pr. 1. oktober vísir 50.322. Nú stóri fráflytingarmánaðurin, august, er farin afturum, verður væntandi vøkstur aftur næstu mánaðirnar heilt fram til næsta heyst, um gongdin verður nøkulunda sum undanfarnu 2-3 árini.

Fólkatalið vaks í øllum høvuðsøkjum í 12-mánaðarskeiðinum 1. oktober 2016 til 1. oktober 2017. Í tali var størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum við 235 fólkum og síðani í Eyturoy við 178 fólkum.

Meira áhugavert er, at verður hugt eftir lutfalsliga ella prosentvísa vøkstrinum, er hann størstur í Vága sýslu við 2,5 prosentum, síðani í Streymoyar sýslu uttan Tórshavnarøkið við 2,1 prosentum, Eysturoyar sýslu við 1,6 prosentum, á fjórða plássið kemur Norðoya sýsla við 1,4 prosentum, á fimta plássi Tórshavnarøkið við 1,2 prosentum, . Í Sandoyar sýslu er vøksturin 1 prosent og bert 0,5 prosent í Suðuroy, t.v.s. umleið ein triðingur av miðalvøkstrinum fyri alt landið.

Av fólkavøkstrimum hetta 12-mánaðarskeiðið á 707 tekur Tórshavnarøkið 235 fólk ella 33 prosent. Samanbera vit við undanfarna 12-mánaðarskeiðið, altso 1. oktober 2015 til 1. oktober 2016, so var fólkavøksturin á 677, men Tórshavnarøkið tók tá 391 av hesum, ella heili 58 prosent.

Nú tekur Tórshavnarøkið sostatt ein nógv minni part av fólkavøkstrinum enn í undanfarna 12-mánaðarskeiðinum. Lutfalsliga er parturin hjá Tórshavnarøkinum minkaður næstan í helvt, meðan onnur øki hava økt munandi um sín part, serliga Eysturoy, Vága økið og Streymoyarøkið uttan høvuðsstaðin.

Nógv størsti vøksturin í tali er í Tórshavnar kommunu við 272 fólkum, ið er 38 prosent av fólkavøkstrinum fyri alt landið. Men her skal minnast til, at í Tórshavnar kommunu búgva 42 prosent av fólkinum, so kommunan fær ein minni part av fólkavøkstrinum enn restin av landinum tilsamans.

Av størru kommununum er annars størsti vøkstur í Klaksvíkar kommunu við 64 fólkum ella 1,3 prosent, ið er nakað niðan fyri landsmiðal á 1,4 prosent. Lutfalsliga var vøksturin serstakliga stórur í Sjóvar og Sørvágs kommunum við 4,7 prosentum hvør, og í Porkeris kommunu við 6,4 prosentum. Størsta minkingin er í Hovs og Hvalbiar kommunum.

Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, er munandi fólkavøkstur í øllum teim stóru oyggjunum. Í nøkrum útoyggjum veksur fólkatalið, serliga í Hestoy við 7 fólkum, svarandi til 40 prosent. Í nøkrum halda tey tørn ella veksa eitt lítið sindur, sum í Nólsoy, Kalsoy, Fugloy, Mykinesi og Stóra Dímun – men tað eru sera smá tøl, ið ofta skifta ymiskan veg.