Mynd: Hagstova Føroya

Fólkavøksturin tykist ongan enda at fáa



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

13.06.2018 - 16:21

Tíðindi > Fólkatal

Tað tykist ikki sum um at fólkavøksturin fær nakran enda. Fólkavøksturin seinastu trý árini hevur verið óvanliga stórur. Ferðin í vøksturin hevur verið um 1,5% fyri hvørt 12-mánaðarskeið, men linkaði nakað tíðliga í vetur til 1,3%-1,4%. Hetta kundi bent á, at vit sóu fyrstu tekin til, at ferðin var farin um tað hægsta og fór at linka enn meir teir komandi mánaðirnar. Men seinni í vetur og nú í vár er vøksturin komin uppaftur og er nú 1,6%.

Upp um 51-túsund á ólavsøku

At fólkatalið tann 1. mai er komið upp á 50.844 kann gera, at vit væntandi koma upp um 51-túsund fólk í summar. Um gongdin teir næstu fáu mánaðirnar verður nøkulunda sum í fjør, kann fólkatalið veksa við eini 170 fólkum í mai-juni, so at vit kunnu fara upp um 51-túsund longu fyrst í juli, skrivar Hagstova Føroya um nýggjasti tølini um vólkavøksturin í Føroyum.