Fólkið skal kunna siga sína hugsan

Ingi Samuelsen

29.07.2017 - 13:05

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

”Vit, Føroya fólk, samtykkja hesa stjórnarskipan. Hon er grundvøllur undir stýri okkara, ið skal tryggja frælsi, trygd og trivnað. Vit bygdu landið í fornari tíð og skipaðu okkum við løgtingi, lógum, rættindum og skyldum. Stjórnarskipanin staðfestir, at landsins borgarar eru upphav til alt politiskt vald í landinum, og hon skipar Føroyar eftir nútíðartørvi við fólkaræði, løgræði, rættindum og skyldum. Stjórnarskipanin setir ikki úr gildi verandi stjórnarrættarligu sáttmálar og altjóðaavtalur, men staðfestir, at Føroya fólk hevur sjálvsavgerðarrætt og fullan rætt til at siga hesar upp. Eingin lóg kann verða sett í gildi fyri Føroyar uttan løgtingsins samtykki.”

Soleiðis stendur at lesa í formælinum til uppskotið um stjórnarskipan Føroya, ið løgmaður júst hevur kunngjørt.

Í sambandi við setanarrøðuna á Løgtingi segði Aksel V. Johannessen, at uppskotið nú verður kunngjørt til almenna hoyring áðrenn tað verður lagt fyri løgtingið.

Hetta skal geva øllum føroyingum møguleika at siga sína hugsan.

- Stjórnarskipanin tryggjar okkum nøkur grundleggjandi rættindi, sum vit kanska hava tikið fyri givið. Eitt nú javnbjóðis rættindi til undirvísing og ókeypis fólkaskúla. Stjórnarskipanin slær eisini fast, at børn hava rætt til at vaksa upp undir tryggum og góðum korum – og at øll í hinum endanum hava rætt til virðilig ellisár, segði løgmaður millum annað.

Uppskotið kann lesast her