Mynd: Sverri Egholm

Fólkið streymar oman á Vágsbø: Nú fer stóra høvuðsnavnið á pallin

Sverri Egholm

12.08.2017 - 20:16

Mentan > Mentan > Stevnur & festivalar

Hóast stóra høvuðsnavnið Toto ikki byrjar fyrr enn um ein knappan tíma, eru longu nú nógv fólk á Vágsbøi.

Sum tað sæst á myndunum byrjar tó ikki heilt at fyllast enn, men fremsta røðin er um at vera upptikin, og nú konsertin hjá Kára P er liðug, tysja fólk oman á Vágsbø.

Væntandi verður tað á tremur í kvøld, heili 10.000 fólk vænta summi. Hetta er eisini størsta navnið á festivalinum í ár, so skulu tað vera fleiri fólk enn til Dynamit í gjárkvøldið, skal tað vera nú.

Veðrið er eisini blivið gott. Tað hevur regnað nakað í dag hóast onkur veðurforsøgn lovaði turt, men nú er slitið í. So er at vóna, at tað heldur.

Toto fer á pallin klokkan 22.