Svenska kvinnuliðið, sum vann silvur í 4 ferðir 5 kilometra skíðrenning (Mynd: EPA)

Fólkið tekur ikki undir við at fáa OL til Svøríkis

Ingi Samuelsen

19.02.2018 - 11:01

Ítróttur > Ítróttur > Vetrarítróttur

Nei takk. Svenska fólkið hevur ongan áhuga í at hýsa olympisku vetrarleikunum. Tað vísir ein kanning, sum Sveriges Radio hevur gjørt.

Kanningin sum Radiosporten hjá Sveriges Radio gjørdi vísir, at 53 prosent av svium siga nei til at Svøríki skal hýsa vetrarolympisku leikunum í 2026.

Spurningurin fær einans undirtøku av umleið einum triðingi av fólkunum. Stuðulin er nakað hægri millum ung fólk, meðan stuðulin millum borgararnar í høvuðsstaðnum Stockholm er nakað minni, og hetta hevur helst áhuga millum høvuðsstaðarpolitikararnar, sum í løtuni umhugsa um býurin skal stuðla eini umsókn at hýsa olympisku leikunum.

Olympiska nevndin hjá Svøríki hevur longu sent inn umsókn um at Stockholm skal hýsa vetrar OL í 2016.

Í býarstýrinum í Stockholm er tó enn ikki meiriluti fyri at stilla seg aftan fyri umsóknina, skrivar sverigesradio.se.

Í svensku veljarakanningin vórðu 1531 fólk millum 18 og 79 ár spurd. Men spurningarnir vórðu settir í tíðarskeiðinum 15 til 22. januar – áðrenn núverandi leikirnir í Suðurkorea byrjaðu.

Avgerðin um hvør fær olympisku vetrarleikirnar í 2026 verður tikin í september 2019. Umframt Stockholm hava eisini Graz/Schladming, Sion, Sapporo og Calgary víst áhuga.

Svøríki hevur ongantíð hýst vetrarolympisku leikunum – tað hevur Finnland heldur ikki. Vetrar OL hevur verið í Noregi tvær ferðir, í Oslo í 1952 og í Lillehammer í 1994. Fyrstu vetrarolympisku leikirnir vóru í Charmonix í Fraklandi í 1924.