(Mynd: EPA)

Fólksligt krav um nýval

Ingi Samuelsen

05.04.2016 - 06:40

Tíðindi > Ísland

Langt áðrenn ætlaða mótmælistiltakið skuldi byrja, byrjaðu fólk í túsundavís at savnast á Eysturvølli framman fyri íslendska Altingið seinnapartin í gjár. Óðir borgarar tveittu skyr og egg og slógu taktfast á trummur í kravinum um at Sigmundur Davíð Gunnlaugsson, forsætisráðharri leggur frá sær og skrivar út nýval.

Løgreglan hevur verið fyrireikað upp á mótmælistiltøk í fleiri dagar, tí ónøgd hevur verið yvir íslendsku stjórnina eisini undan at tað var avdúkað, at kona forsætisráðharran hevur eitt felag í skattaskjóli, so sum tað var avdúkað í sokallaðu ”Panama Papers”.

Eygleiðarar meta, at ónøgdin yvir stjórnina kann sammetast við støðuna undir bankakreppuni í 2008, skrivar NRK.

Íslendingar eru skakaðir yvir, at maðurin, ið gjørdist so væl umtóktur fyri sína føstu kós móti IceSave-avtaluni, nú sjálvur verður settur í samband við felag, ið hevur sett fíggjarlig krøv móti íslendskum peningastovnum.

- Hetta er næstan verri enn í 2008. Hetta oyðileggur okkara umdømi, tey hava hildið Ísland fyri gjøldur. Men kanska hava vit tað uppiborið, tá vit halda fram við at atkvøða upp á somu flokkarnar, segði eitt av mótmælisfólkunum við norska kringvarpið.

Ófriðurin í gjár kemur orsaka av stóra lekan av trúnaðarskjølum, sokallaðu ”Panama Papers”. Her kom fram, at kona forsætisráðharran, Anna Sigurleug Pálsdóttir, eigur felagið Wintris, ið er skrásett á Bretsku Jomfrúoyggjunum.

At Wintris hevur havt fíggjarlig krøv móti kollsigldum íslendskum bankum hevur vakt sterkar kenslur í Íslandi. Gunnlaugsson hevur staðið á odda í samráðingunum við bankarnar um hvussu tapini skulu handfarast.

Mótmælisgongur hava verið fyrireikaðar í longri tíð, eftir at tað byrjaði at frættast um avdúkingarnar. Ein samrøða við forsætisráðharran, sum svenskt sjónvarp hevur gjørt, varð víst í sjónvarpinum sunnukvøldið, og so var eldur í.

Andstøðan í Altinginum hevur lagt fram uppskot um misálit móti Sigmundi Dávið Gunnlaugsson. Enn er misálitið ikki endaliga orðað, og fleiri andstøðupolitikarar vóna, at Gunnlaugsson sjálvur finnur útav at taka seg aftur og skriva út nýval.

Forsætisráðharrin endurtók í tinginum í gjár, at hann ikki hevur gjørt nakað galið, at hann hevur goldið skatt av øllum tí, ið skattur skal rindast fyri, og at hann ikki ætlaði sær frá. Einasta, sum Gunnlaugsson biður um umbering fyri er, at hann var ógreiður yvirfyri svenska sjónvarpsjournalistinum.

Enn er ógreitt hvat fráboðaða misálitisuppskotið fer at fáa av avleiðingum av tí at núverandi stjórnin hevur so breiðan meiriluta á Altingi.

Sí eisini: Illir íslendingar kasta við eggum og øldósum