Mynd: Jens Kr. Vang

Fongsulsrevsing og skal rinda meira enn 100.000 krónur í endurgjaldi

Jens Hákun Leo

16.02.2017 - 13:55

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Dómstólar og rættarmál

Kommunulæknin, sum hevur verið undir ákæru fyri at hava gjørt seg kynsliga inná 12 kvinnur, varð fyri løtu síðan í Føroya Rætti dømdur treytaleysa fongsulsrevsing í eitt ár og seks mánaðir.

Harumframt er hann dømdur at missa rættin at virka sum kommunulækni fyribils og at rinda endurgjald til tær 9 kvinnurnar, sum hann er funnin sekur í at hava gjørt seg inná kynsliga.

Hann skal tilsamans rinda omanfyri 100.000 krónur í endurgjaldi í alt innan 14 dagar – 23.143 krónur til ta einu kvinnuna, 11.500 krónur til ta næstu og 10.000 krónur til hinar sjey kvinnurnar. Haraftrat skal hann eisini rinda fyri sakarmálskostnaðin.

Kommunulæknin er funnin sekur í 9 av teimum 13 ákærunum, sum í alt vóru fyri í Føroya Rætti í sambandi við hetta málið.

Í einum av teimum 13 førunum varð kommunulæknin ikki dømdur, tí at málið var fyrnað.

Rætturin sigur millum annað í grundgeving sínari fyri dóminum, sum nú er fallin, at...

- Retten har ved udmåligen af straffen lagt vægt på sagens karakter, antallet af forhold, som tiltalte er fundet skyldig i og på, at krænkelserne fandt sted under lægebesøg, hvor patienter bør kunne have tillid til den behandlede læge. Retten har i formildende retning lagt vægt på, at der samtidigt træffes afgørelse om rettighedsfrakendelse.

- Henset til antallet og karakteren af krænkelserne finder retten ikke grundlag for at gøre det hele eller dele af dommen betinget.

- Under hensyn til, at krænkelserne er foregået over en lang periode, og at tiltalte har begået nye krænkelser efter, at han er sigtet i sagen, finder retten, at der er nærliggende risiko for, at tiltalte på ny vil misbruge sin stilling som læge. Tiltalte frakendes derfor retten til at udøve lægegerning indtil videre. Eventuel anke har ikke opsættende virkning.

Rætturin sigur eisini sum grundgeving fyri dómi sínum, at...

 - Det kan endvidere ikke føren til en anden skyldvurdering, at flere af de forurettede kvinder ikke har anmeldt forholdet til politiet straks. Retten har herved lagt vægt på, at kvinderne har beskrevet, at de har følt stor skyld og skam, at flere af dem har forklaret, at de ikke troede, at det var sket for andre, og at de derfor var bange for, at ingen ville tro på dem, såfremt de anmeldte det.

Kommunulæknin, sum allatíðina hevur noktað seg sekan, var ikki til staðar í rættinum í dag, tá ið dómarin, Louise Rask Havegård, las upp dómin fyri teim møttu, harundir ákæranum, Lindu Margrethe Hesselberg, verjanum hjá kommunulæknanum, Bjørn á Heygum og verjanum hjá teim 12 kvinnunum, Christiani F. Andreasen.

Kommunulæknin og verjin hjá honun hava longu, sum skilst á lagnum, gjørt av, at teir fara at kæra dómin.

Til samans høvdu upprunaliga 19 kvinnur meldað kommunulæknan fyri kynslig misbrot, tá tær vóru í viðtaluni hjá læknanum. Nøkur mál eru fyrnað, og vóru tey tí ikki í ákæruritinum.