Mynd: Visualhunt.com

Foreldur í New York vinna sjáldsamt rættarmál: Sonurin skal flyta út



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Alda Nielsdóttir

23.05.2018 - 22:08

Tíðindi > Uttanlands > Annað

Í amerikanska býnum Syracuse í statinum New York stevndi eitt foreldrapar 30 ára gamla sonin, tí hann noktaði at flyta heimanifrá.

Michael Rotondo varð fleri ferðir biðin um at flyta út, og fekk enntá bjóðað fíggjarligan stuðul, so hann kundi finna sær annan bústað, men hesum tók hann ikki ímóti. Málið endaði í rættinum, og í gjár fall dómurin. Michael Rotondo skal flyta út.

Rotondo hevur havt kamar í húsunum hjá foreldrunum, síðan hann misti sítt arbeiði fyri átta árum síðani. Sambært foreldrunum býr hann hjá teimum, men hevur annars einki samband við tey yvirhøvur.

Rættarmálið millum foreldrini Mark og Christine og son teirra hevur vakt ans, ikki bara í USA men eisini kring heimin, skrivar DR.

Foreldrini stevndu sonin við vón um, at tey kundu fáa hjálp til at fáa hann at flyta út. Sjálvur noktar Michael Rotondo at flyta út, tí hann ikki metir seg vera kláran til tað, og hann dugur ikki at síggja, hví hann ikki kann vera verandi eitt sindur longri. Tað segði hann í rættinum.

Dómarin royndi at greiða honum frá, at hann ikki hevði rætt til at vera verandi í kamarinum heima hjá foreldrunum, og skeyt upp airbnb sum eitt alternativ.

Dómarin gjørdi av, at sosialu myndugleikarnir skulu kanna málið, tí hann óttaðist um støðuna hjá 30 ára gamla manninum. 

 Enn er ikki avgjørt, nær hann skal flyta út, men Michael Rotondo heldur sjálvur, at 30 dagar er ein rímilig freist, tí tað gevur honum tíð at kæra dómin. Hann sigur við miðlarnar, at hann ikki helt, dómarin hevði sett seg nóg væl inn í støðuna hjá honum.