Forkunnug framsýning við Mikines í Miðvági



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

20.04.2018 - 09:27

Mentan > List > Myndlist

Í samband við Savnsfagnaðin í Vágum 20. til 22. apríl, verður ein forkunnug listaframsýning í Listastovuni í Miðvági.

Tað hevur eydnast fyrireikarunum av Savnsfagnaðinum í Vágum at samla saman ein hóp av áhugaverdum Mikines málningum. Hesir málningar verða vístir fram á eini forkunnugari listaframsýning í Listastovuni í Miðvági leygardagin og sunnudagin.
 
Framsýningin verður opin frá klokkan 14:00 til 17:00 leygardagin og sunnudagin. 

Tað er ókeypis at koma inn.