Forkunnug konsert á Hellunum


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Redaktion

19.04.2017 - 07:55

Mentan > Mentan > Tónleikur

Í annaðkvøld kl. 20 verður konsert á Hellunum, tá ið Monika Stauss (á violin) og Ólavur Jakobsen (á gittara) fara at framføra tónleik av alskyns slag í húsunum hjá Lamba Símuni á Hellunum.

Tey bæði, Monika og Ólavur, hava spælt saman seinastu 15 árini, og hava tey ferðast víða. Harímillum hava tey tvær ferðirnar verið í USA, harav seinast var í vár, tá ið tey framførdu á konsertum í Tuscon í Arizona.

Aðrar konsertferðir eru í umbúna, og longu næsta vár gongur leiðin til Sveits at framføra.

Monika og Ólavur hava eisini dúgliga spælt her í Føroyum, og hava konsertir teirra verið væl fagnaðar. Tey bæði siga í hesum viðfangi, at tey stremba eftir at geva áhoyrarum eina góða uppliving við spennandi tónleiki, meðan tey so hvørt siga nøkur orð um tað, ið spælt verður.

Á Hellunum verða tónar eftir meistarar sum Paganini og Kreisler at hoyra. 

Konsertin verður ein slakan tíma til longdar.