Carles Puigdemont (Mynd: EPA)

Formaðurin á Fólkatingi undrast yvir Puigdemont vitjanina

Ari av Rana

22.01.2018 - 13:06

Tíðindi > Danmark

Formaðurin í Fólkatinginum, Pia Kjærsgaard, undrast yvir, at leiðarin fyri katalansku loysingarrøsluni, Carles Puigdemont, verður gestur í Fólkatinginum í morgin.

Tað er Magni Arge, sum hevur bjóðað Carles Puigdemont til Danmark.

Hóast formaðurin í Fólkatinginum undrast yvir avgerðina at bjóða Carles Puigdemont í Fólkatingið, so vil hon ikki blanda seg upp málið, skrivar TV2.

Fleiri aðrir danskir politikarar hava tikið frástøðu frá vitjanini. Hetta er serliga tí at tey ikki ynskja, at vitjanin skal fáa neiligar avleiðingar fyri sambandið millum Danmark og Spania, og at tey ikki vilja løggilda Puigdemont sum ein valdsfaktor.

Les eisini:

Puigdemont á veg til Danmarkar - kann verða handtikin

Stóru flokkarnir vilja ikki hitta Puigdemont



beint nú