Tóki H. Niclasen, formaður í RSF (Mynd: RSF)

RSF formaðurin: Hert eftirlit til róðrarnar

Niels Petersen

16.06.2016 - 23:07

Ítróttur > Ítróttur > Kappróður

Róðrarsamband Føroya hevur fingið nógvar og harðar ákoyringar seinastu vikuna, eftir at kappróðurin á Sundalagsstevnu var so út av lagi illa fyriskipaður av lokala felagnum, og at eftirlitið ikki var nøktandi. Portalurin hevur í hesum sambandi tosað við formannin í róðrarsambandinum, Tóka H. Niclasen og spurt hann, hvat vit kunnu vænta á hinum kappróðrarstevnunum í ár.
 
- Eftir Sundalagsstevnuna hevur kritikkurin hekla yvir kroppin á okkum róðrarsambandinum, og tað er til at skilja, tí fólk leggja nógva tíð og orku í sína ítrótt. Men nakað av kritikkinum hevur ikki verið serliga konstruktivur upplýsir formaðurin.

Tónin er ein annar
Seinastu dagarnar er kritikkurin av Sundalagsstevnuni vorðin meira konstruktivur, og tað er ein annar tóni á kritikkinum fortelur formaðurin.

- Vit fáa enn obligatorisku lortaspannina, men síðani fáa vit konstruktivan kritikk, sum vit kunnu brúka til nakað, og tað verður tikið til eftirtektar, sigur Tóki H. Niclasen, sum gleðist yvir at tónin er broyttur nakað seinastu tveir dagarnar.

Formaðurin upplýsir, at tey, til dømis, nú hava ein longur eftirlistlista tá stevnur skulu fyriskipast, og at tað verður tryggjað í góðari tíð, at alt er, sum tað helst skal vera.

- Herda eftirlitið fer uttan iva at tryggja betur avgreiðslu av róðrunum kring landið, og eg ivist ikki í, at róðrarstevnurnar sum eru eftir í ár fara at ganga væl, sigur ein avgjørdur formaður í RSF. Hann endar við at siga, at hann gleðir seg til Eystanstevnuna um vikuskiftið, og at síggja hvussu væl fyriskipað verður har.

Broytingar vegna jarðarferð
Vegna serligar umstøður verður FM-róðurin á Eystanstevnu leygardagin 18. juni fluttur.

Við virðing hevur RSF í samráð við NSÍ-kappróður avgjørt at flyta róðurin, tí jarðarferð verður leygardagin, har kona ein fyrrverandi formann í róðrarfelagnum fer til gravar.

Broytingin hevur við sær, at barnaróðurin byrjar klokkan 13:00 ella so skjótt bátarnir úr Suðuroynni eru komnir fram, og FM-róðurin byrjar klokkan 14:30. Hetta merkir, at allir róðrarnir eru framskundaðir 30 minuttir.