Erling Eidesgaard, formaður í Havnar Svimjifelag

Formaðurin í HS: Vit settu álit okkara á gamla elitusvimjaran



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

18.02.2018 - 18:23

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Kommunalpolitikkur

- Bæði vit í Havnar Svimjifelag og stóra fjøldin av virknum svimjarum í Tórshavnar kommunu settu sítt álit á, at nú ein fyrrverandi elitusvimjari settist í borgarstjórasessin, so fór ætlanin at byggja ein langhyl í Gundadali at halda. Vit hugsaðu øll, at nú kundi einki seinka byggingini. Tí fingu vit sum vátan vøtt frammaná henda dagin, tá býráðsmeirilutin boðaði frá, at ætlanin nú verður útsett. Kundi tað hugsast, at gamli landsliðssvimjarin í borgarstjórasessinum hevði gloymt svimjingina, ella var hon komin í minniluta í sínum egna meiriluta?

Hetta skrivar formaðurin í Havnar Svimjifelag í lesarabrævi á svimjing.com, sum heldur, at tað er spell, at svimjingin ikki vann seg betur fram í politisku raðfestingini.

Í 1959, tá gamli uttandura hylurin í Gundadali varð tikin í brúk, búðu um 8.000 fólk í Havn. Hylurin hevði seks geilir og var 25 metrar til longdar. Nú vit skriva 2018, hevur hylurin hjá kommununi framvegis 6 geilir og er framvegis 25 metrar til longdar, men nú búgva góð 20.000 fólk í kommununi. Rokna vit so, hvussu nógvar litrar av vatni, hvør borgari hevur at svimja í, so høvdu havnarfólk 62 litrar í part í 1959 at svimja í, meðan vit í dag hava minni enn 25 litrar í part. So eyðsýnt er, at her hava ávís viðurskifti als ikki fylgt við.

Lesarabrævið kann lesast her.