Formansskapurin svenska lóggávutingið á vitjan



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

13.04.2018 - 21:35

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Í dag hevði formansskapurin í løgtinginum vitjan av formansskapinum í ríkisdegnum - svenska lóggávutinginum.

Fundur var í morgun millum klokkan 9 og 11, har ymisk mál so sum Norðurlandaráðið, stjórnarskipan, pensjónsskipan og fiskivinna vóru á skránni.

Á myndini frá vinstru: Staffan Danielsson, Centerpartiet, Mattias Karlsson, Sverigedemokraterna, Elin Lundgrein, Socialdemokraterna, Páll á Reynatúgvu, formaður løgtingsins, Urban Ahlin, talsmaður fyri ríkisdagin, Patrik Bjørck, Socialdemokraterna og Heðin Mortensen, næstformaður løgtingsins og tingmaður fyri Javnaðarflokkin.