Jógvan á Lakjuni, fyrrverandi løgtingsformaður og núverandi limur í formansskapinum (Mynd: Jens. Kr. Vang)

Formansskapurin valdur

Steinar Patursson

15.09.2015 - 09:52

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Tingfundurin í dag gongur skjótt og væl, og ikki verður gjørt nógv hóvasták burturúr, tá málini skulu avgreiðast.

Fyrst varð valúrslitið góðkent, síðani varð Páll á Reynatúgva valdur til løgtingsformann, og nú hava flokkarnir júst peika á tingmenninar, ið skulu sita saman við Pálli í formansskapinum.

Eisini her varð gjørt skjótt av. Javnaðarflokkurin valdi Heðin Mortensen, Fólkaflokkurin valdi Jógvan á Lakjuni og Sambandsflokkurin valdi Edmund Joensen. Teir tríggir skulu sostatt manna formansskapin saman við løgtingsformanninum, Páll á Reynatúgvu.

Nú verður hildin ein stuttur steðgur til klokkan 11.