Formansskifti í Kommunufelagnum: Soleiðis er nýggja stýrið mannað



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jens Hákun Leo

06.01.2017 - 15:50

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Kommunalpolitikkur

Í dag varð nýggjur formansskapur valdur í Kommunufelagnum fyri komandi tvey árini. Formaður gjørdist Dennis Holm. Sum næstformaður varð Heðin Zachariasen valdur.

Í morgun hittust tær 29 kommunurnar í Kommunufelagnum til skipanarfund. Fyrst varð stýrið, sum telur 13 fólk, valt.

Síðani var hildin stýrisfundur, har stýrið skipaði seg. Úrslitið var, at Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, varð valdur sum formaður Kommunufelagsins, og Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, varð valdur sum næstformaður.

Formaður og næstformaður sita fyri 2 ár - til 1. januar 2019.

Í stuttari samkomu eftir fundin takkaði Dennis Holm Heðini Mortensen, fráfarandi formanni, við einari minnisgávu frá felagnum.

Stýrið fyri Kommunufelagið er soleiðis mannað:

Dennis Holm, Vágs kommuna, formaður
Heðin Zachariasen, Sunda kommuna, næstformaður
Annika Olsen, Tórshavnar kommuna
Artur Johansen, Sjóvar kommuna
Brandur Sandoy, Sands kommuna
Eyðdis H. Niclasen, Vága kommuna
Jógvan í Skorini, Eiðis kommuna
Jógvan Skorheim, Klaksvíkar kommuna
Jóhan Christiansen, Eysturkommuna
Kristin Michelsen, Tvøroyrar kommuna
Pauli T. Petersen, Vestmanna kommuna
Sonni á Horni, Fuglafjarðar kommuna
Tórbjørn Jacobsen, Runavíkar kommuna