Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Føroya besti billardspælari skal finnast um vikuskiftið



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

20.04.2017 - 00:02

Ítróttur > Ítróttur > Billard

Fríggjadagin 21. apríl byrjar finaluumfarid í føroyameistarakappingini fyri einstaklingar í billard. Kappingin verður í ár leikt í billardhølunum í Klaksvík, har átta teir stinnastu leikararnir í Føroyum fara at dystast um føroyameistaraheitið.

Til føroyameistarakappingina er vanligt, at teir seks leikarinir vid besta miðaltali gjøgnum kappingarárið fyri lið, kvalifisera seg beinleiðis til finaluumfarið í FM kappingini. Síðani eru tvey pláss eftir at spæla um, og fyri at finna tveir teir seinastu luttakarinir, varð ein undankapping leikt fyrr í hesum mánaðinum. Undankappingin varð eisini leikt í Klaksvík, har tólv mans høvdu meldað seg til, fyri at dystast um luttøku í finaluumfarinum.

Teir seks sum hava kvalifisera seg beinleiðis til kappingina gjøgnum miðaltalið eru:
Jákup Baldvinsson - Billardfelag Fuglfjørður
Páll Heri Nolsøe - Tvøroyrar Billardfelag
Jens Kjartan Feilberg - Billardfelag Fuglafjørður
Kristian Suni Høgnesen - Klaksvíkar Billardfelag
Max Rasmussen - Tvøroyrar Billardfelag
Sonhard Johannesen - Klaksvíkar Billardfelag.

Teir tveir sum kvalifiseraðu seg til finaluumfarið gjøgnum undankappingina eru:
Niels Nielsen - Havnar Klubba
Danial Pauli Joensen - Billardfelag Fuglafjørður


Kappingin byrjar Fríggjadagin kl. 13, har leikarinir spæla í tveimum bólkum við fýra í hvørjum. Nr. 1 og 2 í hvørjum bólki koma víðari til semifinalurnar, sum verða spældar Leygardagin.

Fyrsta semifinala verdur spæld leygarmorgunin kl. 10. Onnur semifinalan kl. 12. Bronsudysturin kl. 14. Og FM finalan kl. 16.

Frá Billardsamband Føroya verður sagt, at øll sum eru áhugaði í at síggja, hvussu spælið fer fram, eru vælkomin at leggja leiðina framvið billardhølið í Klaksvík.