Føroya Bjór boðar frá vári



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

09.02.2018 - 10:42

Mentan > Heilsa & Umhvørvi > Matur

Náttúran er við at vakna aftur, og fyrstu vártekin hómast. Tað merkist eisini á bryggjarínum Føroya Bjór.

Hesaferð er várið serstakt, nú 130 ár eru liðin, síðan Símun í Vági fór undir at bryggja á Føroya Bjór. Aftur í vár heilsar Føroya Bjór várinum vælkomnum við Várbryggj.

Várbryggj er sett saman við serstøkum rávørum. Ein frísk og várlig bjór, sum hóskar seg væl afturvið fiski, ljósum kjøti og føroyska várinum. Várbryggj fæst í 33 cl. dós í sølubúðunum hjá Føroya Bjór og Rúsdrekkasølu Landsins kring landið.