Føroya Grótvirki í Skopun verður Economusée



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

13.03.2018 - 07:33

Tíðindi > Sandoy - Skopun

Seinnapartin hósdagin verður móttøka á Føroya Grótvirki í Skopun í sambandi við at grótvirkið letur upp sum partur av altjóða netverkinum og konseptinum Economusée.

Í desember 2013 keyptu brøðurnir Heini og Høgni Tausen, grótvirkið í Skopun. Hetta er einasta virkið av hesum slag í Føroyum.

Síðani tá, hava teir undir heitinum Føroya Grótvirki, veruliga fingið gongd á grótvirkingina aftur, og hava longu framleitt fleiri stórverk, eitt nú trappuna í miðbýnum í Tórshavn.

Undir heitinum Economusée - Føroya Grótvirkið, hevur virkið fingið eitt eyka bein at standa á, ið er ferðavinnan. Économusée hevur sín uppruna í Kanada, men fevnir nú eisini um fleiri lond í Evropa.

Tey sum taka lut í netverkinum, eru fyritøkur, ið bjóða vitjandi eina uppliving av einum siðbundnum handverki og list. Eitt innlit í framleiðsluna og í søguna handan handverkið, og ikki minst, møguleikan at keypa dygdar vørur framleiddar á virkinum.

Verkætlanin er fíggjað av Fróðskaparsetri Føroya og NPA – The Northern Periphery and Arctic Programme. Verkætlanin endar í apríl 2018. Eftir hetta verður netverkið skipað í Economusée Føroyar, har málið er at menna fleiri virkið, at koma við í netverkið.

Føroya Grótvirki verður fimta virki í Føroyum, ið gerst partur av altjóða Economusée-netverkinum. Hini virkini eru Smiðjan í Trøllanesi, Spinnaríið Mona, Tutl og Joel Cole art. Grótvirkið framleiðis borðplátur, fasaduplátur, flísar, gravsteinar, grót til garðar, trappur og annað, umframt brúks- og gávulutir.

www.econonomusee.eu