Annika Olsen, borgarstjóri, handar Brandur í Dali, formanni, gávu og blómutyssi

Føroya Ríðingarfelag stóra gávu frá Tórshavnar Kommunu



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

25.02.2018 - 12:13

Mentan > Ítróttur > Ríðing

Í dag 25.2.2018 eru 75 ár síðani Føroya Ríðingarfelag varð stovnað. Í hesum sambandi var stór veitsla í Dansifrøi í gjárkvøldið.

Á veitsluni handaði borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu, Annika Olsen, felagnum stóra peningagávu á kr. 25.000. Borgarstjórin helt eisini eina góða røðu, har hon takkaði felagnum fyri stóra sjálvbodna arbeiði sum gjørt verður.

Annika Olsen, borgarstjóri, lovaði eisini, at hennara partur skuldi so ikki liggja eftir at tryggja Føroya Ríðingarfelag góðar karmar framyvir. Ítøkiliga nevndi hon, at felagið í løtuni hevur ætlanir at byggja nýggj fjós og eina ætlan at víðka økið hjá felagnum til eisini at fara yvirum Tvørá.

Formaðurin í Føroya Ríðingarfelag, Brandur í Dali, takkaði borgarstjóran fyri gávuna, men segði víðari, at fyri at felagið kundi menna seg enn meira, var tað ein fortreyt at fáa loyvið at fara yvirum Tvørá. Tí var lyftið frá borgarstjóranum um vælvild á tí økinum, besta gávan felagið kundi fáa.