(Mynd: Føroya Tele)

Føroya Tele avlop upp á 51 milliónir krónur



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

19.04.2018 - 15:35

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Samskifti

Úrslitið hjá Føroya Tele fyri 2017 gjørdist 51 milliónir krónur eftir skatt. Eigarin, sum er Føroya Landsstýri, fær 20 milliónir krónur í vinningsbýti.

Samtakið hevur á ársaðalfundi hósdagin 19. apríl kunngjørt roknskapin fyri 2017. Roknskapurin vísir eitt avlop á 51 milliónir krónur eftir skatt. Áðrenn skatt varð úrslitið 64 milliónir krónur. Aðalfundurin hjá Føroya Tele gjørdi av at rinda eigaranum, sum er Føroya Landsstýri, 20 milliónir krónur í vinningsbýti.

- Við lækkandi prísum seinnu árini og einum málsetningi um framhaldandi at bjóða enn betri og bíligari vørur og tænastur, er neyðugt at tryggja samsvar millum inntøkur og kostnaðir. Okkara starvsfólk bróta áhaldandi upp úr nýggjum fyri at menna ein skynsamari og smidligari rakstur, og hetta sæst aftur í góða úrslitinum í 2017, sigur Jan Ziskasen, samtaksstjóri á Føroya Tele.

Einfalt og trygt
Við tænastum sum Ver og Vinnurúminum gongur FT Samskifti á odda á føroyska fjarskiftismarknaðinum við at veita kundum tryggar tænastur, har dentur er lagdur á gjøgnumskygni og góðar møguleikar fyri sjálvgreiðslu. Ver fevnir nú eisini um breiðbandstænastur, so tænasturnar til privatkundan eru miðsavnaðar, og kundin lætt fær yvirlit yvir síni viðurskifti hjá Føroya Tele.

- Á Føroya Tele hava vit áhaldandi fokus á at menna føroyskar loysnir, sum hóska væl til tørvin hjá kundum okkara. Eitt nú hava vit í 2017 víðkað um reikingarmøguleikarnar í vinnuhaldum og VerSumHeima, har lond sum USA, Kanada og Russland vórðu íroknað, sigur Jan Ziskasen.

Virksemi uttanlands gagnar føroyingum
Hóast føroyski marknaðurin er kjarnuøkið hjá Føroya Tele, stava á leið 10 prosent av samlaðu søluni hjá samtakinum í 2017 frá kundum uttanlands.

- Tá møguleikar, ið eru knýttir at okkara kjarnuvirksemi, stinga seg upp uttanlands, eiga vit at hava dirvi at taka av. Við at troyta slíkar møguleikar hevur tað eydnast dótturfeløgunum SHEFA og Televarpinum at styrkja um virkisgrundarlagið við at selja tænastur uttan fyri Føroyar, sigur Jan Ziskasen.

Gjøgnum dótturfelagið SHEFA veitir Føroya Tele høvuðssambandið til bæði Orknoyggjar og Hetland, umframt at SHEFA veitir breiðbandssamband til oljuvinnuna vestan fyri Hetland og í danska partinum av Norðsjónum. Virksemið hjá SHEFA uttanlands kemur ítøkiliga føroysku brúkarunum til góðar, tí fleiri eru um at bera stóru sjókaðalíløgurnar.

Í 2017 varð virksemið hjá Televarpinum víðkað til at fevna um veitingar til bæði danska og grønlendska marknaðin. Hetta virksemið styrkir virkisgrundarlagið hjá Televarpinum til frama fyri føroysku og útlendsku kundunum.

Fipur til heimið
- Farnetið hjá Føroya Tele er í heimsklassa, og tað eru fá onnur lond, ið hava farnet, sum kunnu samanberast við farnetið hjá okkum. Tøkniliga eru vit á fremstu rók, og vit halda fram við at seta okkum stór mál. Tí fara vit nú at gera stórar íløgur í kaðalnetið, sum FT Net eigur og umsitur.

Føroya Tele er farið undir ta stóru verkætlan at breiða fipur út kring landið og heilt út til heimið og brúkaran. Hetta er ein landsumfatandi verkætlan, sum krevur stóra orku hjá FT Net bæði í mun til fígging og starvsfólk.

Fyrireikingar vórðu gjørdar í 2017 við eini royndarverkætlan at leggja fipurnet inn í útvald sethús í einum býlingi í Føroyum. Hesar royndir eydnaðust sera væl, og málið er nú, at nýggja fipurtænastan verður tøk hjá fjarskiftisveitarunum at bjóða kundum sínum í seinnu hálvu av 2018, tá umleið 800 húsarhald kring alt landið fáa møguleika fyri fipursambandi.

Mett verður, at ein landsumfatandi útbygging tekur 5-7 ár.

Nevndin afturvald
Nevndin í Føroya Tele er mannað við fýra nevndarlimum, sum eru valdir av Føroya Landsstýri, og trimum starvsfólkavaldum nevndarlimum. Nevndarlimirnir hjá landinum standa fyri vali á hvørjum ári, og Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, afturvaldi á aðalfundinum allar nevndarlimirnar.

Nevndin í Føroya Tele er mannað soleiðis: Ómar Svavarsson, Gloria Kalsø, Annbritt Tummasdóttir Nielsen og Johnni Poulsen eru vald av landsstýrinum, og Poul Poulsen, Ólavur Simonsen og Osvald Joensen eru starvsfólkavaldir nevndarlimir.

Nevndin hevur skipað seg við Ómari Svavarssyni sum formanni og Gloriu Kalsø sum næstforkvinnu.