Mynd: FT

Føroya Tele kemur við 4G í heyst - lova skjótari net enn Vodafone



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

03.06.2015 - 17:15

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Tøkni & vísindi

Bæði Vodafone og Føroya Tele hava í longri tíð arbeitt við at útbyggja 4G netið í Føroyum, og í gjár kundi Vodafone, sum tann fyrsti veitarin í Føroyum, bjóða sínum kundu skjótari telefonnet.

Samstundis sum 2. juni gjørdist dagurin tá 4G gjørdist tøkt hjá føroyingum á fyrsta sinnið, var tað eisini dagurin, tá tað bleiv møguligt at skifta veitara uttan at skifta telefonnummar. Tí kann roknast við sera harðari kapping millum veitararnar báðar framyvir.

Í dag kunngjørdi Føroya Tele, at tey eisini koma við 4G. Tó ikki bara 4G, sum Vodafone bjóðar kundum sínum, men Føroya Tele kemur við 4,5G og hevur eina ferð upp til 150 Mbit. Vodafone upplýsti í gjár at teirra 4G net hevur eina ferð upp til 50 Mbit.

Føroya Tele boðar frá, at teirra 4G net verður klárt eftir summarfrítíðina.

Tað eru stórar íløgur gjørdar í hesa nýggju útgerðina. Portalurin skrivaði í oktober síðsta ár, at verkætlanin hjá Føroya Tele kostaði 40 milliónir krónur og verður heilt liðug í 2019. Í høvuðstíðindasendingini í Útvarpinum í kvøld upplýsti Kristian Davidsen, stjóri í FT samtakinum, at útbyggingin fór at kosta 60 milliónir meira enn áður mett.


Harðari kapping um datakundarnar
Seinastu mánaðarnir eru báðir veitararnir komnir út við nýggjum tilboðum til kundar sínar. Hjá báðum feløgunum er greitt, at tað er hald tey satsa uppá, og nú tykist kappingin at vera komin til mongd av data - altso hvussu nógv gigabyte kundin fær fyri ein so bíligan prís sum gjørligt.

Tann dýrasti pakkin hjá Ver kostar 299 krónur um manaðan og hevur fría talu í Føroyum, fría talu í øllum norðurlondum og óavmarkað SMS. Umframt hetta hevur hesin pakkin 1GB data. Og Ver hevur framvegis bara 3G.

Tann bíligasti pakkin hjá Vodafone kann samanberast við dýrasta pakkan hjá Ver. Vodafone Red kostar 299 krónur um mánaðan. Har hevur tú fría talu, óavmarkað sms umframt 1GB data og við 4G.

Eitt tekin um at kappingin millum veitararnar er herd, er at tað bara eru nakrar fáar vikur síðani at kundarnir við teimum lægstu pakkunum einans høvdu 100MB um mánaðan.

Til ber at keypa sær eyka data pakkar hjá bæði Vodafone og Føroya Tele og kappingin um kundarnar kann gera, at data prísurin fer niður næstu mánaðarnar.

Í fyrsta umfari eru 4G antennurnar hjá Vodafone og Føroya Tele settar upp í Tórshavn, á Skálafjørðinum og í Klaksvík.