Mynd: Búnaðarstovan

Føroya vakrastu veðrar valdir



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg

25.11.2017 - 10:00

Tíðindi > Seyðahald

Í gjárkvøldið vórðu úrslitini av ársins landsseyðasýning kunngjørd á Búnaðarstovuni í Kollafirði, stendur á heimasíðuni hjá stovninum. Virðislønir vórðu latnar til vakrastu veðragjólingarnar, veturgomlu veðrarnar og eldru veðrarnar.

Hvørt heyst eru seyðasýningar kring landið, har sýnarar døma seyðin og velja vakrastu seyðirnar, sum síðani verða sýnaðir av útvaldum sýnsmonnum frá Búnaðarstovuni.

Í gjárkvøldið var eitt tiltak á Búnaðarstovuni, har gott 100 fólk vóru komin saman. Á skránni vóru røður, framløgur, hugleiðingar og felagssangur. Eftir at ein kaffisteðgur hevði verið, handaði Jacob Vestergaard vinnarunum steyp.

Úrslitini vóru hesi:

Veðragjólingar:

· 1. Virðisløn: Tummas í Niðristovu, Vestmanna, Heygahagi, innara helvt

· 2. Virðisløn: Sørin Petersen, Viðareiði, Eystur við Egg

· 3. Virðisløn: Thorvald Lützen, Syðradalur S, Syðradalshagi, syðri partur

Veturgamlir veðrar:

· 1. Virðisløn: Esmar Sørensen, Viðareiði, Úti í Líð

· 2. Virðisløn: Búnaðarstovan, Kollafjørður, Heygshagi

· 3. Virðisløn: Sólfinn Kjærbo, Sumba, Eystari Húshagi

Eldri veðrar:

· 1. Virðisløn: Jákup Jacobsen, Syðrugøta, Fyri Handan Eið, Heiðar

· 2. Virðisløn: Thorvald Lützen, Syðradalur S, Syðradalshagi, syðri partur

· 3. Virðisløn: Øssur Andreasen, Kvívík, Frammi í Haga